Missiónsvikan í KFUM&K eisini útsett
Eftir ætlan skuldi missiónsvikan byrja í gjár, mánadagin, og fyrst vóru bara tey fyrstu møtini avlýst, men nú hevur leiðslan gjørt av at útseta missiónsvikuna.
“Vit harmast um støðuna og biðja eftir, at vit skjótt aftur kunnu samlast” verður sagt úr KFUM&K.
Um nakað nýtt verður at frætta, so kunna tit fylgja við á facebook hjá KFUM & K Klaksvík ella á trubodin.fo.
Nærri kunning um skógvaerskjurnar til Christmas Child, sum skulu verða inni 31.oktober, kemur á Facebook síðini hjá KFUM&K.
KFUM&K heilsar øllum við Sálm. 23,4: Gangi eg í dimmum dølum, einki ilt eg óttist. Tí tú ert við mær, tín stavur og tín keppur, teir ugga meg.