Missiónsvikan í Sandavági er byrjað
Við orðunum úr Sálmi 34,9: “Smakkið og síggið, at Harrin er góður!” bjóðar Meinigheitshúsið Saron í Sandavági øllum vælkomnum til missiónsviku næstu dagarnar. Byrjað varð í gjárskvøldið við einum tiltaki fyri juniorar – “Smilies” – har Kartin Høgnesen úr Leirvík talaði.
Skráin restina av vikuni er henda:
Mikudagin 23. januar
Kl. 20:00: Møti við Ingolfi Johannesen
Hósdagin 24. januar
Kl. 20:00: Møti við Elisabeth Hvítklett. Jens Lydersen syngur.
Fríggjadagin 25. januar
Kl. 18:00: Nátturði
Kl. 19:00: Sangløta í kirkjuni við Katrin á Borg Johannesen
Leygardagin 26. januar
Kl. 19:00: Møti við Tom Jacobsen. Terje Vestergaard syngur.
Sunnudagin 27. januar
Kl. 15:00: Familjumøti við Sannu Akselsen. Sangfagnaðarbørn úr Vágum syngja.
Kl. 18:00: Møti við Marjan Nielsen. Noomi syngur.
Øll eru hjartaliga vælkomin!