Morgun- og kvøldbøn fríggjadag

Morgunbøn fríggjadag

Harri Jesus Kristus! Takk fyri hvíld og vernd hesa nátt. Tú Guds lamb, sum á tí heilaga krossi bar allar syndir okkara, miskunna okkum. Lat minnið um heilaga kærleiksoffur títt fylgja okkum allar staðir, hvat vit fara.

Ver við kirkju tíni her og allar staðir. Hjálp tínum kristnu ikki at óttast kross og atsókn, varða tey frá hugmóð, tá ið tey hava byr og blíðan sjógv.

Vit biðja teg, varðveit okkara kæra fosturland. Lat fólk okkara nú og allar tíðir vera eitt kristið fólk. Vit biðja fyri øllum yvirvaldi, at tey sum tænarar Guds mega varðveita rætt og løgliga skipan, fremja tað góða og forða tí illa. Bjarga okkum frá kríggi og øllum óhappum.

Og vit biðja teg, tú sum píndist á krossinum fyri okkum, ver hjá øllum teim, sum líða neyð. Og um tað er faðirs tíns vilji, at vit skulu pínast, so ugga okkum við fyrijáttanini um, at júst í pínslum ert tú okkum nær. Tú sum doyði fyri okkum, gev okkum ævigt lív. Amen.

LES EISINI  Løgtingi: Ongar ætlanir um at broyta Dýra biðidag

Kvøldbøn fríggjadag

Harri, ófullfíggjað er øll gerð okkara, og hvør dagur er tyngdur av nógvari synd og skuld.
Vit líta á, at títt fullgjørda verk er okkum bót fyri allar syndir okkara. Vit hava onga aðra vón enn krossoffur títt.
So biðja vit teg, at takksemi um tað, sum tú hevur gjørt fyri okkum, altíð eggjar okkum til at tæna tær.

Vælsigna, Harri, kirkju tína. Lat hana ikki vita av øðrum dýrgripi enn endurloysingini við blóði tínum.
Vælsigna fosturlandið og fólk okkara. Veit frið landanna millum.
Vælsigna heimini og alt gott og ærligt virki. Hald hond tína yvir sjófólki okkara.

Tú, sum píndist fyri okkara skuld, síggj í náði til øll, sum pínast. Ver hjá teim, sum stríða tað síðsta stríðið. Tá tími okkara kemur, lat okkum fara við friði og í troysti geva anda okkara í hendur faðirsins. Amen.

Tak niður bønir til allar dagarnar í vikuni her…

Kelda: Sálmabókin hjá Fólkakirkjuni.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina