Morgun- og kvøldbøn mánadag

Morgunbøn mánadag

Harra vár Gud, ljósanna faðir. Vit takka tær og byrja nú arbeiðsdag okkara og biðja teg vísa okkum, at eisini gerandisverk okkara eigur at vera í tíni tænastu.

Signa arbeiði okkara á sjógvi og landi, úti og inni, lat okkum virka tær til heiðurs og medmenniskjum okkara at gagni. Signa land okkara og øll heimsins lond.

Ver hjá teimum sjúku og øllum, sum hava tað ringt. Ugga og styrk tú tey, sum ikki eru før fyri at arbeiða ella ikki hava høvi til tess.

Gud, tá ið okkara lívs arbeiðsdagur tekur at kvølda, gev okkum tá frið í hjarta; ikki við at minnast tað, vit hava útint, men í trúnni á tína óbroytiligu náði! Amen.

Kvøldbøn mánadag

Gud, skapari vár og harri. Tøkk fyri dagin, sum nú er um at vera liðin, fyri arbeiðsins signing og nú fyri hvíldina og náttarsvøvnin.

Fyrigev okkum, Harri, allar syndir okkara, illavorðin orð og illavorðnar gerðir og tankar. Eisini tað, vit áttu at havt gjørt, men sum vit ikki gjørdu, biðja vit teg um at fyrigeva. Harri, vit elska teg ikki av øllum hjarta, sál og sinni og heldur ikki næsta okkara sum okkum sjálv.

LES EISINI  Sum ferðsluljósini

Miskunna okkum, Harri, og hjálp okkum í komandi døgum betur og betur at tæna tær.

Signa tú, Gud, kirkju tína og lat orð títt hjá øllum tjóðum hava frítt at fara. Signa land okkara og øll heimsins lond. Halt hond tína yvir sjófólk okkara og landsmenn okkara í fremmandum londum.
Varðveit løgting og landsstýri og alt lógligt yvirvald. Varðveit okkum og øll okkara kæru.

Veit okkum góða hvíld í vissuni um fyrigeving syndanna. Í trúnni á Jesus Krist, sum doyði fyri okkum, biðja vit teg um at lata okkum hvíla trygg og eftir okkara síðsta blund rísa upp til ævigt lív.

Amen.

Kelda: Sálmabókin hjá Fólkakirkjuni.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina