Morgun- og kvøldbøn mikudag
Morgunbøn mikudag
Gud, vár faðir. Dagsins ljós kallar okkum aftur til arbeiðis, og vit takka tær fyri tað, sum vit nú skulu fara undir. Hjálp okkum at gera skyldu okkara, har tú hevur sett okkum, og at gera gerning okkara tær til heiðurs og næsta okkara til signingar. Lat tað eydnast.
Gud, gev signing bæði til handaverk og hugans virki. Lat okkum av kærleika til tín og medmenniskju okkara vera bæði íðin og dugnalig.
Vælsigna, o Gud, kirkju tína, gev henni hegni og dugnaskap til at leita eftir og bjarga tí burturvilsta, veita teimum sorgarbundnu ugga og teimum livandi ljós.
Vælsigna tú land okkara, stjórn og ting. Veit yvirvaldinum styrk til ta heilagu tænastu at varðveita rættin. Ver við sjófólki okkara, ver hjá teimum, sum heima sita, hjá børnunum og teimum ungu, ver nær hjá teimum sjúku, einsamøllu og gomlu.
Varðveit okkum frá øllum lívsins freistingum og vandum. Amen.
Kvøldbøn mikudag
Gud, tú kennir hjørtu okkara. Uppi í arbeiði okkara, tó at tað er fyriskipað av tær, hanga veraldarligar freistingar. Fyrigev mær, Gud, allar syndir mínar, alt tað, sum tú ikki kann kennast við hjá mær, og hjálp mær, Gud, í morgin betur at tæna tær
.
Varðveit allan heimin í nátt. Veit frið, o, Gud, í øllum londum. Varðveit kirkju tína og ta sonnu trúnna.
Ver hjá teimum, sum líða neyð, teimum sjúku og teimum sorgarbundnu, gev teimum troyst og ugga frá tær, sum halda, at einki eydnast.
Vak yvir okkum, Gud, meðan vit sova, lat okkum styrkjast og lívgast av svøvninum. Gev okkum, tá ið vit sova síðsta svøvn okkara, at vakna til ævigt lív hjá tær.
Í arbeiði og hvíld, ver hjá okkum við tínum friði. Amen.
Tak niður bønir til allar dagarnar í vikuni her…
Kelda: Sálmabókin hjá Fólkakirkjuni.