Morgunkaffi á Glyvrum

-“Opið hús,” stendur á skiltinum uttanfyri missiónshúsið, og tað merkir, at tað er morgunkaffi. Morgunkaffi hava vit í vetrarhálvuni annanhvønn hósmorgun frá kl.10 til umleið 11.45, og øll eru vælkomin. Tað sigur Marna Hansen, sum er í leiðslubólkinum, ið skipar fyri løtuni.

-Løtan er altíð hugnalig, hóast misjavnt er, hvussu nógv koma. Vit byrja altíð við einum góðum drekkamunni. Síðan syngja vit ein sang, og so er onkur, sum sigur frá. Endað verður við andakt, bøn og sangi, sigur hon.

-Endamálið, er at hava eina hugnaløtu í Jesi navni, har øll eru vælkomin. Flestu, sum koma, eru pensionistar og fólk, sum ikki eru til arbeiðis ella, sum hava skiftandi arbeiðstíðir. Løtan er fyrrapartin, og tá er trupult hjá arbeiðsfólki, sum hava vanligar arbeiðstíðir at koma, sigur hon.

-Vit hava nógv pláss, so fólk skulu ikki halda seg aftur av teirri grund. Í morgun var tað Simony Knudsen, sum sang og segði frá, og fólk vóru glað fyri løtuna. Um fjúrtan dagar verður morgunkaffi aftur, sigur Marna Hansen.

LES EISINI  Skipa fyri marknaðardegi til frama fyri ábótum í missiónshúsinum

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina