Møtið sunnukvøldið verður tulkað fyri deyvum.

Sunnukvøldið fer trubodin.fo aftur at senda møti úr Tabor á Toftum. Hesaferð verður møtið tulkað fyri deyvum. Torleif Johannesen, sjómanstrúboðari, talar og Petur Hans Hansen syngur.

Síðsta sunnukvøld megnaði heimasíðan ikki at senda møtið, tí áhugin og trýstið var ov stórt. – Mánamorgunin varð trubodin.fo fluttur á ein nýggjan og betri servara. Vit hava fingið lovað, at heimasíðan fer at klára at taka ímóti øllum teimum nógvu gestunum, fortelur Carsten Fonsdal Mikkelsen frá Trúboðanum. – Vit eru sera takksom fyri tann stóra áhugan, og vit gleðast um møguleikan, vit hava at samla Heimamissiónsvinir saman um Guds orð. Hóast vit sita hvør sær, so eru vit saman í Kristusi, og tað er deiligt, at vit í dag hava nakrar tøkniligar møguleikar, sum hjálpa okkum við tí.

Ein týðandi partur av møtinum er fríur vitnisburður, heldur Carsten Fonsdal Mikkelsen og leggur afturat: – Her hava vit enn ikki funnið eina góða loysn fyri at fáa tað við í møtið á netinum, men trubodin.fo hevur jú opið 24 tímar um døgnið, og vit vilja fegin deila tykkara vitnisburðar eisini. So um Harrin hevur lagt tær okkurt á hjarta, sum tú skalt deila við onnur, vilja vit mæla til at senda tín vitnisburð til trubodin@mission.fo. Tað kann vera okkurt, tú skrivar, ella tú kanst taka telefonina fram og filma teg, meðan tú fortelur tín vitnisburð. Tað týdningarmesta er, at vit halda á fram at deila Guds orð.