Møtini í LM byrja aftur sunnudagin

Føroyska arbeiðið í Eliaskirkjuni – sum tey flestu kenna tað – hevur seinastu árini húsast í LM kirkjuni á Amager. Sunnudagin byrja møtini aftur.

Vanliga er møti hvønn sunnudag kl.16, men orsaka av koronu og summarfrítíð, so hava eingi møtir verið síðani fyrst í mars.

Men sunnudagin kl.16 verður møti aftur á Kirkegårdsvej 21. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Meiri kunning er at finna á Facebook síðini hjá Føroyska arbeiðnum í Eliaskirkjuni.

LES EISINI  Uttandura andakt á Sjúklingahotellinum Tórshavn
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina