Muslimar bjargaðu kristnum undir álopi

Ein bólkur av muslimum bjargaði sínum kristnum ferðafelagum undir einum yvirgangsálopi á ein buss í Kenja beint fyri jól.

Tann katólski biskupurin í Garissa, sigur, at muslimarnir settu sítt egna lív í váða fyri at bjarga teimum kristnu, tá yvirgangsbólkurin Al-Shabab leyp á.
– Hetta er sera hugaligt at síggja og er eitt greitt tekin um, at kenjanskir muslimar eru móti harðskapi, segði Joseph Alexander, biskupur.
Álopið fór fram í landnyrðingspartinum av Kenja nærindis bygdini El Wak nær markið til Somalia og Etiopia. Sambært myndugleikunum lupu yvirgangsmenninir á ein buss, sum var á veg frá Mandera til Nairobi. Síðani royndu yvirgangsmenninir at skilja muslimar og kristin frá hvørjum øðrum.
Men nakrir muslimar mótmæltu og søgdu, at antin máttu teir “drepa øll ella lata øll fáa frið”. Um 100 fólk vóru í bussinum. Fleiri muslimskar kvinnur góvu teimum kristnu kvinnunum sítt hijab (turriklæð) og hjálptu øðrum at krógva seg millum viðførið.
Innanríkisráðharrin í Kenja, Joseph Nkaissery, rósti ferðafólkunum.
– Vit eru øll kenjanar, vit eru ikki sundurbýtt vegna religión. Vit eru eitt fólk og eitt land, og tað er ein sera góður boðskapur frá mínum brøðrum og systrum í muslimska samfelagnum, segði hann og legði afturat, at trygdardeildir jagstra álopsmenninnar, skrivar Udfordringen.