Myndakalendarin 2018 komin út

Ein nýggjur og vakur myndakalendari fyri 2018 við fjallamyndum ymsastaðni úr Føroyum er komin út. Tað er listamaðurin Finleif Mortensen, sum hevur tikið myndirnar, sum allar eru tiknar á fjallatúrum í føroysku náttúruni. Hann hevur, saman við Sjúrða Poulsen, lagt kalendaran til rættis, og Sendistovan hevur staðið fyri grafiska arbeiðinum og prenti.
Kalendarin er sera væl uppsettur við frágreiðingum til hvørja mynd á føroyskum og enskum. Eisini er við tekning á korti víst, hvussu ein skal ganga fyri at koma til staðið, sum er avmyndað.

Á baksíðuni eru nógvir hentir upplýsingar, millum annað hægstu fjøllini, størstu vøtnini og aðrir upplýsingar um landið sum heild.

Forlagið Fjallamyndir hevur givið kalendaran út, og hann kostar 85 krónur. Ágóðin av søluni fer til útbyggingina av Leguhúsinum í Nesvík.