Myndakalendarin 2025
Myndakalendarin 2025 er komin. Hetta er 9. árið á rað at myndakalendarin kemur út. Myndirnar eru tiknar kring alt landið á einum av teimum nógvu túrunum, myndamaðurin Finleif Mortensen hevur verið. Ein mynd er til hvønn mánað. Eitt kort, sum vísir staðið, myndin er tikin, og nakrar reglur, sum lýsa staðið, eru eisini við. Hetta er skrivað bæði á føroyskum og enskum máli.
Sjúrður Poulsen og Hanus Kjølbro hava lagt til rættis, týtt og rættlisið.
Á baksíðuni eru upplýsingar um hægstu fjøllini, størstu vøtnini og annað.
Kalendarin er hentur at hava. Hann er eisini ein góð heilsan, nú tað er tíð at skriva jólaheilsanir til familju og kenningar. Kalendarin fæst á manna.fo, í bókahandlum og ymiskum sølustøðum kring landið og kostar kr 98,00.
Ágóðin av søluni av kalendarunum fer til útbyggingina av Leguhúsinum í Nesvík.