Myndarøð: Summarlegur eru ikki bara í Nesvík
Í heili 35 ár hevur ein av árligu summarlegunum verið í Vágum, og í ár er legan í skúlanum á Giljanesi. Hetta er ein lega fyri børn úr 2. – 5. flokki, og seinastu dagarnar hava tey verið næstan 100 børn á legu. Afturat skúlanum er bæði fimleikarhøll, ítróttarhøll, smíðstova og onnur høli, so umstøðurnar at hava legu eru góðar. Tá myndirnar vórðu tiknar í gjár, hugnaðu tey sær við ymiskum breytum, so sum at knýta armbond, perla, tekna, gera handverk í smíðstovuni og flætta, krúlla og seta hár. Fyrradagin vitjaði Ester drotning leguna til eina hugnaløtu, og í gjárskvøldið fóru tey at grilla. Legan á Giljanesi var liðug í morgun.