Myndarøð: Um 300 kvinnur á kvinnutingi um at fara væl um skapanarverkið
Leygardagin – á kyndilsmessu – vóru um 300 kvinnur á kvinnutingi í Nesvík. Hetta var 11. kvinnutingið, og hesaferð varð sjóneykan sett á, hvat vit vórðu skapað til. “At fara væl um skapanarverkið” var høvuðsyvirskriftin, og hetta komu ymsu áhugatímarnir inn á á hvør sín hátt.
Eisini varð eins og vanligt nógv gjørt burturúr bæði hugna, góðum mati, góðum tónleiki og vælveru, og bønarrúmið varð eisini væl vitjað.
Sjónvarpsrásin Iktus tók upp, so høvi verður at hoyra og síggja áhugatímarnar aftur seinni.
Tórhild Bjarkhamar tók myndirnar.