Myndasavnið: Kór, bólkar, og solistar frá nítiárunum

Vit hava verið ein túr í savninum og funnið eina rúgvu av myndum. Tær flestu eru tiknar í 1990unum, nakrar eru eitt sindur nýggjari. Aftanfyri á nøkrum myndum er skrivað, nær tær eru tiknar, og kanska eisini hvør er á myndini. Men ein stóran part av myndunum vita vit einki um.

Í dag leggja vit 31 tær fyrstu myndirnar út. Hetta eru myndir av fólkum, sum fáast við tónleik. Vit vóna, at tit vilja vera við til at skriva okkara felags søgu, og greiða okkum eitt sindur frá um tá hesar myndir vórðu tiknar.

Kanska vart tú við í einum kóri, og vil greiða okkum frá hvønn týdning tað fekk fyri teg. Kanska minnist tú eitt av hesum kórum, bólkum ella solistum fyri ein sang ella ein vitnisburð, sum fekk týdning fyri teg.

Kanska var tað á einum sangskeiði, at tú fannst tann, ið seinni gjørdist tín hjúnafelagi.

Ella kanska….

LES EISINI  Gamalt gull: Vágseiði 1905

Skriva tað, sum kemur tær í huga í viðmerkingarteigin á Facebook, ella send okkum ein teldupost á trubodin@mission.fo

Torfinn Jacobsen umsetti

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina