Myndir: Emmaus 100 ár

Sunnudagin var hátíðarhildið at 100 ár vóru síðani Emmaus í Klaksvík varð vígt og tikið í nýtslu. Her eru myndir frá sunnudagsskúlanuum og møtinum í gjár.

Á møtinum, sum varð stroymt beinleiðis á stream.fo, innleiddi fyrst Absalon Matras við einum orði.

Eftir at kvinnukórið í Emmuas hevði sungið vakran sang, talaði Jóhan Henriksen, sum í nógv ár var stýrisformaður í Emmuas. Og sjálvsagt varð útgangsstøðið í taluni tikið úr Lukas 24, sum er einasta staðið í bíbliuni har Emmaus er nevnt. Á vegginum í gamla Emmaus stóð versið í Lukas 24 vers 32 «Brann ikki hjartað í okkum, meðan hann talaði við okkum á veginum, tá ið hann læt upp skriftirnar fyri okkum?». Eitt vers, sum hevur verið sera nógv endurgivið í Emmaus, og sum Jóhan eisini legði dent á í taluni.

Atli Rasmussen, formaður í Emmuas, greiddi síðani frá hvussu arbeiði byrjaði. Og tað, sum bæði Atli og Jóhan løgdu dent á var, at eins og tað brann í hjørtunum á teimum báðum, sum vóru ávegis til Emmaus, so brennur tað eisini í okkara hjørtum at halda fram við at boða Guds orð og at halda fram við arbeiðnum í Emmaus.

LES EISINI  Leif Rasmussen talar á dýrabiðidagsstevnu hjá Kirkjuliga Missiónsfelagnum

Gerda Absalonsen endaði møtið, har hon við einari andakt mintist aftur á tey, sum trúføst ígjøgnum nógv ár høvdu verið í tænastu fyri Harran í Emmaus.

Eitt sera gott og rørandi møti, har takka varð fyri trúfesti og bønarsvar. Og eins og á fyrsta møtinum í 1920, so fekk Gud størstu tøkkina.

Orsaka av Koronu varð ikki møguligt at hava eitt rættiligt hátíðarhald, og tí er ætlanin at komandi vár verður søgan í Emmaus gjøgnumgingin yvir fleiri kvøld.

Myndir: Hjalmar Waag Arge og Anna Rasmussen

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina