Myndir frá nýggjársleguni 2019
Um vikuskiftið vóru umleið 135 ung umframt leiðarar og hjálparfólk á árligu nýggjársleguni í Leguhúsinum í Nesvík. Hesaferð varð sjóneykan sett á bøn, og tað varð gjørt frá fleiri sjónarhornum. Jákup E. Petersen og Jákup Justinussen høvdu bíbliutímarnar. Men nógv annað var eisini á skránni, og sum altíð var góð tíð til at hugna sær saman.