Myndir frá ungdómsleguni

Í síðstu viku var ungdómslega Nesvík fyri ung úr 8.-10. flokki. Hóast tað ikki vóru eins nógvir luttakarar sum undanfarin ár, hugnaðu tey ungu sær óført. Niðanfyri eru myndir frá leguni, sum fanga nakrar av teimum góðu løtunum.

Eini 80 luttakarar umframt leiðarar og hjálparfólk vóru í Leguhúsinum. Kristian Sofus Petersen, ið var ein av høvuðsleiðarunum, sigur at legan var góð og innilig, nú tað vóru nakað færri enn vanligt. Man kom hvør øðrum serliga væl við, sigur hann, so vit eru væl nøgd við leguna.

Evnið á leguni var ‘Eitt hjarta reint’ við fylgjandi undirevnum til møtini

  1. Eitt brotið hjarta
  2. Eitt reinsa hjarta
  3. Muður mælir tað, sum hjarta er fult av
  4. Vara títt hjarta
  5. Syng av hjarta

Andrias Magnussen, aðalskrivari hjá Heimamissiónini, undirvísti, og ein bólkur av avbera dugnaligum tónleikarum og sangarum fekk lovsangin at runga væl í nýggju høllini í Leguhúsinum. Hetta var nemliga fyrsta ungdómslega síðan nýbygningurin er tikin í nýtslu, so bæði ljóð og ljós stóðu sína roynd.

Talkshow – eitt alternativ til siðbundna bíbliutíman

Tann eina morgunin var talkshow á skránni í nýggju høllini. Heiti á løtuni var Snimma-Snakk, og kann sigast at vera eitt alternativt møti, har Pauli Reinert Poulsen var vertur og hevði fýra gestir á pallinum, ið tosaðu um ymisk trúarviðurskifti. Áskoðararnir í høllini fingu eisini møguleika at seta spurningar.

Hetta er eitt gamalt hugskot, sigur Kristian Sofus, har vit heldur enn at hava ein talara á palli fáa ein dialog millum ymisk menniskju á pallinum, sum fjøldin eisini hevur møguleika at vera við í. Pauli stóð seg væl sum vertur, og gestirnir prátaðu opið og erligt um trúarlívið, og hvussu eingin av okkum er fullkomin.

Hetta vikuskifti er aftur ungdómslega á skránni. Hesaferð er tað 17+ legan, ið er fyri ung, ið eru 17 ár og eldri. Meira verður at frætta um hana seinni.