Myndir: Gólv lagt á í nýggju høllini í Nesvík

Hesa vikuna hava tveir týskir fakmenn verið í Føroyum og lagt gólv á í nýggju høllini í Leguhúsinum í Nesvík. Arbeiðið gongur væl og verður væntandi liðugt í vikuni. Teir leggja nú síðstu hond á arbeiðið við at mála strikur, leggja lúkur og gólvlistar.

Gólvarbeiði verður eisini gjørt í gongdunum og trappuni millum høllina og nýggju kamarslonina. Gólvið er pussað, og næsta stig er at líma kork og leggja linoleum á gólvið og trappurnar.

Á niðaru hædd verða tvey brúsurúm gjørd, og tey eru eisini um at vera liðug. Har manglar bert reingering, fuking og finish-arbeiði.

LES EISINI  Okkara Lega hevur 30 ár á baki
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina