Náddi tú ikki niðurteljingina..?

Nú eru Stórmøtini sett í gongd! Stroymingin byrjaði við einari niðurteljing. Beint áðrenn møtið byrjaði, sang Joan Niclassen ein sera vakran sang.
Sangurin er upprunaliga enskur og eitur ‘Peace’. Tað er sangbólkurin, Bethel Music, sum syngur saman við bólkinum, We The Kingdom. Joan Niclassen hevur sjálv týtt sangin til Føroyskt. Sangurin er um friðin, sum heimurin ikki kann geva okkum. Guds himmalska frið, sum bara finst hjá Gudi.
Náddi tú ikki at hoyra sangin, so ber til at hoyra hann her. Jórun Pólsdóttir spælir klaver og Ingi Hansen spælir gittara. Her syngja Joan Niclassen og Jóhannus Mikkelsen: Frið (finni eg hjá tær, Gud).

LES EISINI  Hevur tú ikki jólafrið í hjartanum, finnur tú hann ikki undir trænum
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina