“Nærsambond – ein framúr uppfinning!”
Í sambandi við missiónsvikuna í Gøtu verður ein forvitnisligur fyrilestur í kirkjukjallaranum við Gøtugjógv í kvøld. Fyrilesturin heldur Ole Rabjerg, cand.psyk., ið er knýttur at felagsskapinum Agape sum sálarfrøðingur. Fulla heitið er “Nærsambond – ein framúr uppfinning. Um nærsambond við Gud og menniskju”, og tiltakið byrjar kl. 19:30.