Næstakærleiki í einum vælferðarsamfelag

Carsten Fonsdal Mikkelsen

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Eg kom at hugsa um eina hending í fjør. Eg var biðin um at vera ferðaleiðari hjá einum kristnum hjúnum úr USA, sum eg tók ímóti frá einum ferðamannaskipi. Við mær hevði eg nakrar túrar til nøkur av vøkru plássunum í Føroyum.

Prátið var lætt og vinaligt – til vit komu inn á eitt evni, sum eg í grundini royndi at halda meg frá: Skattur.

Tey vildu fegin vita, hví vit í okkara parti av heiminum gjalda so nógvan skatt. Eg segði, at tað var rætt, men at vit ístaðin hava eitt vælferðarsamfelag, sum tey flestu eru takksom fyri. Eg nevndi, at nógvar av teimum uppgávunum, sum kirkjur í USA ofta taka sær av –  t.d. at geva mat til tey, sum hava tað trupult, her hjá okkum mest verða gjørdar til jóla ella sum hjálp til familjur í sambandi við ferming. Tað er ikki tí, at tørvurin ikki finst, men tí at nógv verður loftað av almennu skipanunum. Eisini nevndi eg, at eg sjálvur fái eina dýra, lívslanga viðgerð – tó uttan at rinda fyri hana.

Eg visti, at konan arbeiddi sum samskipari í kirkjuni har í Texas og hevði ábyrgdina av júst hesum arbeiðinum. Eg sá ónøgdina koma fram í andliti hennara. Tað var, sum um hon helt, at tað almenna hevði tikið arbeiðið frá kirkjuni. Og nú skuldi hon so gjalda fyri tað – við sínum skatti. Hon fer neyvan at flyta til Føroyar.

LES EISINI  Blákrossbúðin í Havn letur upp í nýggjum og størri hølum í Niels Finsensgøtu

Men hendingin setti tankar í gongd. Ikki bara um politikk og samfelag – men um nakað, sum er meira enn tað: Diakoni. Hava vit enn ein leiklut sum kristin felagsskapur/rørsla í einum samfelagi, har so nógv longu verður røkt av tí almenna?

Tað vóru tíðir, tá trúgvandi fólk í missiónini bygdu skúlar og tóku sær av teimum sjúku. Tá ein undirvísti bøndur, vitjaði sjómenn og hjálptu teimum veikastu. Tað var ítøkiligt og nærverandi.

Men síðani tá hevur tað almenna yvirtikið stóran part av hesum uppgávum. Tað er í grundini gott. Tað er jú skipaður næstakærleiki, og tað hevur gjørt gerandisdagin tryggari hjá mongum. Men tað hevur eisini broytt okkara leiklut sum missiónsfólk. Kanska hevur tað eisini gjørt okkum eitt sindur ivandi. Hvar er okkara pláss í dagsins samfelagi? Hvat merkir tað at tæna í dag?

Eg trúgvi, at hesin spurningur hevur fest seg í huganum hjá mongum. Og kanska eru vit farin at leita eftir svari.

Tí hóast skipanirnar eru væl skipaðar og virka væl, so eru fólk framvegis sárbar – t.d. í mun til einsemi, strongd og mótloysi. Vit møta fólki, sum hava tað trupult í broytingartíðum ella í ringum støðum, sum skipanirnar ikki altíð megna at gera nakað við. Ung, sum flyta heiman og kenna seg ráðaleys. Menniskju, sum hava mist, og sum bara hava tørv á onkrum, sum torir at vera har. Onkur, sum stríðist við tað praktiska og ikki veit, hvørjum hann skal venda sær til.

LES EISINI  Lesa ikki bíbliuna, lesa tey trúgvandi ...

Her, hugsi eg, at vit hava ein leiklut. Ein møguleika. Eitt kall.

Eg kenni t.d. til ein bønabólk, sum biður saman við og fyri sjúkum fólki og teirra avvarðandi. Av og á hjálpa tey eisini við onkrum praktiskum. Tað er ikki skipað sum eitt stórt tiltak, men tað ger mun. Tí tað er nær. Tí tað er veruligt.

Vit hava eisini sjálvboðin, sum duga væl við hondunum. Tey duga at umvæla møblar, gera smáar umvælingar og hjálpa til við flyting. Tað ljóðar kanska sum smáting – men fyri tann, sum stendur einsamallur við tí, kann tað vera ovurstór hjálp.

Og so er tað eisini nakað, sum byrjar at spíra í sambandinum við fólk, sum eru nýggj í landinum. Onkur er komin úr kríggi, onnur úr fátækradømi – og tey møta mongum skipanum. Men tað, tey ofta sakna, er eitt menniskja, sum sær tey. Ikki sum eitt mál – men sum ein vinur. Her trúgvi eg, at vit í missiónini hava nakað heilt serstakt at hugsa um.

LES EISINI  Blái Krossur hevur landsinnsavnan leygardagin

Vit skulu ikki vera serfrøðingar. Vit skulu ikki royna at yvirtaka uppgávur frá myndugleikunum. Men vit kunnu nakað, sum eingin skipan kann: Vit kunnu vera nærverandi. Vit kunnu ganga nøkur fet saman við teimum á leiðini. Vit kunnu lurta. Vit kunnu rætta hondina út – og vit kunnu trúgva saman við teimum, sum ikki longur orka sjálvi at biðja.

Eg trúgvi, at nú er tíðin komin at finna kallið aftur, sum altíð hevur verið okkara. Ikki í mótstøðu til vælferðarsamfelagið – men sum eitt ískoyti til tað, sum tað almenna ikki kann: Umsorgan í eygnahædd, góðan felagsskap, samtalur í myrkum tíðum og vón í verki.

Møguliga er tíðin komin at spyrja okkum sjálvi: Hvar kunnu vit gera gagn sum menniskju, ið deila lív og vón saman?

Kanska er svarið ikki at finna uppá nakað nýtt – men at stíga inn í tað, sum vit altíð hava verið kallað til: At fylgja Kristusi – í orði, í lívi, í tænastu.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina