Næstan 5.000 gávur til Rumenia
Aftur í ár var møguleiki hjá føroyingum at lata inn skógvaeskjur fullar av góðum gávum til fátæk børn í Rumenia. Christmas Child hevur havt góða undirtøku millum føroyingar, og í ár vórðu latnar heili 4.833 skógvaeskjur við gávum.
Christmas Child tiltakið hevur í nógv ár havt góða undirtøku í Føroyum, og soleiðis var eisini í ár. Børn og foreldur, ung sum gomul, hava sett tíð av til at hugsa um eitt barn í Rumenia, sum helst onga aðra jólagávu fær. Tað er ein gleði at fáa loyvi til at geva, og gleðin er ikki minni hjá barninum, sum fær gávuna.
– Í ár komu 4833 skógvaeskjur inn, fullar av smáum og heitum gávum. Sjálvt um talið er minni enn í fjør, so eru vit ómetaliga takksom fyri hesar mongu gávur. Vit mugu ikki gloyma, at hvør einstøk gáva er givin við gleði, og at hvør einstøk gáva fer at gleða og verma eitt barn í Rumenia, verður skrivað á heimasíðuni christmaschild.fo
Fyriskipararnir nýta høvið til at takka øllum teimum, sum hava pakkað eina eskju í ár og siga, at tað er tann einstaka gávan, sum munar.
– Takk fyri, at tit vildu verða við í heimsins størsta jólatiltaki. Vit biðja til Gud um, at hann skal signa hvørt einstakt barn, sum fær eina gávu, og sum samstundis fær boðskapin um ta størstu gávuna at hoyra – Jesus Kristus. Harrin signi tykkum øll og alt Føroya fólk.