Navnakappingin heldur fram

Hvussu skal høllin í Nesvík eita? Ja, hesum spurningi kundu vit hugsað okkum at fingið svaraðum. Tí útskrivaðu vit eina navnakapping fyri nøkrum vikum síðani.

Tað eru ikki komin so nógv uppskot inn. Tí verður freistin long, soleiðis at tað framvegis er møguligt at vera við í navnakappingina. Hevur tú hug at hjálpa okkum at finna rætta navnið til høllina, og harvið vinna eitt gávukort á 500 kr. frá bókasøluni manna.fo, so kanst tú senda títt uppskot til info@mission.fo

Navnakappingin heldur fram til einaferð seinni í summar, tá ið øll uppskotini verða tikin upp til viðgerð, og ein møguligur vinnari verður kunngjørdur.

LES EISINI  Myndarøð: Novemberlegan 2019
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina