Neyð lærir fólk at biðja
»Heit so á meg á neyðar degi, eg skal bjarga tær, og tú skalt lova mær!« (Sl 50,15)
Neyð lærir fólk at biðja. Hesa sannroynd hava mong gjørt. Neyðirnar kunnu vera ógvuliga ymiskar.
Ein omma greiddi frá, at eitt av ommubørnunum hevði fi ngið ta herviligu sjúkuna meningitis. Í skundi varð barnið lagt inn á sjúkrahúsið, og har lá tað næstan lívleyst eina heila nátt og sveimaði millum lív og deyða. Mamman at barninum hoknaði saman í sorg og trega, so hon mátti royna at vakja yvir tí.
Tá neyðin tyktist størst, og tað sá út, sum at lívið hjá barninum var liðugt, gjørdi omman nakað, hon ikki hevði gjørt, síðan hon var barn. Hon fór at biðja. Biðja til tann Gud, hon hevði gloymt øll síni vaksnu ár. Neyðin dreiv hana til tað. Hjálparleys og sorgarbundin ákallaði hon faðirin á himli og legði barnið, familjuna og seg sjálva í hansara hendur.
Tá lýsti av degi, byrjaði at lætna hjá barninum. Familjan tordi næstan ikki at trúgva læknans orðum, tá hann segði, at barnið fór at yvirliva.
Tá omman seinni greiddi frá hendingini, segði hon, at tað var ræðuligasta og besta náttin í hennara lívi. Vegna sjúkuna og deyðsvandan var náttin ræðulig. Vegna bønirnar var náttin góð. Gjøgnum neyðarrópini hevði hon fi ngið samband aftur við Gud. Hon var komin til trúgv, var umvend, var takksom og glað fyri tað.
Guds orðið ljóðaði: Heit so á meg á neyðardegi, eg skal bjarga tær, og tú skalt lova mær! Neyðardagur ella neyðarnátt verður ikki av sær sjálvum ein frelsudagur ella frelsunátt. Mong hava upplivað neyðardag, men tað bleiv ikki ein frelsudagur. Hví?
Fyri tað fyrsta, veldst tað um, um neyðin dreiv tey heilt inn í Guds favn. Fyri tað næsta, veldst tað um, um tey bara ynsktu hjálp frá Gudi inn í eina ávísa neyð, ella um tey eisini ynsktu frelsu, bjarging og syndanna fyrigeving. Bønir, bidnar í álvara og av hjarta um frelsu og hjálp, røkka heilt inn til Guds hjarta. Teimum svarar hann, tá hann vil – sum hann vil. Tað eru gleðiboð, eisini til tín.
Send honum boð, tá hjálp tær tørvar her,
á myrku stund hann fegin ljós tær ber!
Tá onga leið títt eyga meir kann sjá,
send honum boð, og brátt er hann tær hjá!
MS 256