Neyðhjálparinnsavningin til Sri Lanka gongur væl – freistin er longd til 21. mai

Innsavningin, sum Meinigheitshúsið á Skála hevur sett í verk til frama fyri eina av kirkjunum, ið varð rakt av yvirgangálopunum páskamorgun, gongur væl. Mitt í seinastu viku vóru komnar um 43.000 krónur inn, og av tí at fleiri kirkjur og samkomur vilja savna inn, er freistin longd til 21. mai.

Peningurin fer til Zion’s Church í býnum Batticaloa á eysturstrondini. Undir álopinum á kirkjuna páskamorgun doyðu 28 fólk, og meira enn 125 fólk vórðu særd. Kirkjuni tørvar tí akutta fíggjarliga hjálp til at rinda fyri viðgerðina av bæði likamligum og sálarligum skaðum hjá teimum, sum sita eftir og/ella eru særd. Ynskið er eisini at kunna hjálpa teimum familjum, sum hava mist inntøkuna, av tí at forsyrgjarin er deyður ella vorðin óarbeiðsførur av álopinum.

Fyrsti peningurin úr Føroyum er júst fluttur, tí neyðin er akutt. Higartil er peningur brúktur til at rinda tær fyrstu læknarokningarnar fyri 59 bumbuoffur og til at stuðla fimm familjum, sum hava mist forsyrgjaran. Tað koma fleiri læknarokningar, tí nógv skulu ígjøgnum eina drúgva viðgerð. Og nógvar familjur hava brúk fyri hjálp til tann dagliga tørvin. Eisini verður hugsað um at kunna stuðla teimum børnum, ið hava mist forsyrgjaran, so at tey kunnu fáa eina útbúgving. Tað eru nevniliga foreldrini, sum rinda fyri útbúgvingar, so ein kemur ikki langt uttan tey – um ikki kirkjan kann hjálpa.

LES EISINI  Møtið við forfylgd kristin styrkti trúgv mína

Evangeliska Alliansan á Sri Lanka gleddist, tá tey hoyrdu, at savnað eisini verður inn í Føroyum. Tey siga, at tað hevur nógv at týða fyri tey, ikki einans fíggjarliga. Tað at onkur minnist til teirra sum brøður og systrar í Harranum ger sorgina lættari og styrkir trúnna í eini torførari tíð.

Peningagávur kunnu flytast á kontu í BankNordik (6460) 178.176.8, viðmerkt “SriLanka”. Innsavningin heldur sum nevnt fram til 21. mai, men um so er, at onkur gáva kemur inn eftir tað, verður tað sjálvandi eisini sent til Sri Lanka.

Tað er meinigheitshúsið á Skála, sum eftir áheitan hevur tikið stig til innsavningina.

Á Sri Lanka eru mong framvegis bangin. Summar kirkjur halda ikki gudstænastur, sum støðan er, og aðrar taka serlig trygdaratlit, tá tey koma saman. Eitt nú, at tey ikki seta bilin nær við kirkjuna, at tað ikki er loyvt at hava taskur og posar við í kirkju, at klokkutíðirnar fyri gudstænasturnar verða broyttar og so framvegis.

LES EISINI  Í dag verður World Watch List lagdur fram. Tú kanst fylgja við her
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina