Niðurger kristna trúgvin kvinnur?
Tað er heitið á spennandi online-tiltaki, sum KFS skipar fyri í kvøld kl20.
Tað verður bretska Rebecca McLaughlin, sum fer at greiða frá evninum. Tað verður samrøða og Q&A, har Rebecca luttekur. Hyggjarar kunnu senda spurningar inn, sum síðani verða settur Rebeccu.
Rebecca heldur sjálv, at kristna trúgvin upp gjøgnum søguna er tann rørslan, ið hevur havt størst ávirkan á kvinnurættindi.
Tiltakið verður sent beinleiðis á facebook síðini hjá KFS og á Youtube rásini hjá KFS.
Fleiri tiltøk komandi týskvøldini
Tíðliga í summar skipaði KFS eisini fyri fleiri væleydnaðum og vælvitjaðum online-tiltøkum. Og komandi týskvøldini verða online-tiltøk aftur á skrá.
1. desember verður evnið “Er tað ósunt sálarliga at trúgva á Gud?” Gestur tá verður Glynn Harrison, sum er professari emeritus í psykiatri. Hann hevur m.a. skrivað bókina Ego Trip: Rediscovering Grace in a Culture of Self-Esteem.
Síðsta tiltakið verður 8. desember, og tá verður ein samrøða við Tom Holland (ikki Spiderman!). Holland er millum heimsins kendastu søgufrøðingar og hevur skrivað m.a. bókina Dominion: The Making of the Western Mind. Holland er ikki kristin, og hann fer at tosa um spurningin “Broytti kristna trúgvin heimin til tað betra?”
Síggj og hoyr meira um tiltøkini sjónbandinum: