Nógv hava stuðla við olju til Leguhúsið í Nesvík 

Fyrr í heyst varð kunnað um, at høgu oljuprísirnir eisini merkjast væl í rakstrinum hjá Heimamissiónini. Samstundis varð ein innsavnan sett í verk, har møguligt var at stuðla við eini upphædd til keyp av olju. Og nógv hava valt at keypa olju til Leguhúsið í Nesvík.  

– Tað er við stórari gleði og takksemi til Guds og menniskju, at vit nú kunnu staðfesta, at tað eru komnar meira enn 250.000 kr. inn sum stuðul til olju, sigur aðalskrivarin, Andrias Magnussen, sum greiður frá, at tað var ótrúliga gott at fáa undirskotið á oljukontoni dekkað so skjótt. 

– Samlaða fíggjarætlanin varð løgd við einum undirskotið á 358.000 kr. í ár. Tá vóru 250.000 kr. settar av til olju, men prísirnir vórðu so høgir, at har kom at mangla nógv í. Tí er tað serliga gleðiligt, at tað gekk so skjótt at røkka málinum at fáa undirskotið á oljukontoni vekk.  

Okkum tørvar fleiri fastar gevarar

Andrias Magnussen sigur, at tað er sera týdningarmikið fyri arbeiðið hjá Kirkjuligu Heimamissiónini, at enn fleiri stuðla við føstum gávum.
– Føstu gevararnir eru við til at leggja eina grund undir okkara missión, soleiðis at vit kunnu halga okkum til kallið vit hava fingið um at vekja upp trúarlívið og menna felagsskap teirra trúgvandi heima og úti. Sum fíggjarætlanin fyri inniverandi ár endurspeglar, so hava vit tørv á meira enn 350.000 kr. um árið í gávum. Hetta merkir, at okkum tørvar fleiri fastar gevarar. Tað hevur eisini stóran týdning fyri okkum, tá ið gevarar avgera at hækka stuðulin hjá sær, tí ein ávísur prísvøkstur er altíð. 

LES EISINI  Ynskilistin hjá Kirkjuligu Heimamissiónini

Ein stórur partur av teimum 350.000 kr. sum resta í, áðrenn fíggjarætlanin javnvigar, eru at finna á konto, sum er merkt trúboðarar. Andrias Magnussen sigur, at málið er at fáa hækka stuðulin til trúboðararnar við eini 30. – 35.000 kr. um mánaðin. 

– Tað er ongin ivi um, at trúboðararnir hava ein týdningarmiklan leiklut í okkara rørslu og arbeiðnum hjá Heimamissiónini. Teir stuðla arbeiðnum runt landið, og eru við til at knýta arbeiðið saman, eisini á Trúboðanum. Tí var tað eisini ein stór avgerð vit tóku fyri trimum árum síðani, tá ið vit settu fleiri trúboðarar í starv. Nú undirskotið á oljukontoni í ár er fíggjað við góðum stuðli frá gevarum, so kunnu vit aftur í felag hyggja eftir, hvussu vit kunnu koma longur út við Guds orði. Tí eru vit so sera glað og takksom fyri gávurnar, sum vit hava fingið til olju. Hiðani skal ljóða ein hjartans tøkk til allar gevararnar og allar Heimamissiónsvinir við bøn um Guds ríku signing, sigur Andrias Magnussen at enda. 

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina