NÓGVUR GANGUR Í NESVÍK
Í hesum døgum verður gjørt klárt til summarlegurnar í Nesvík. Høvuðsreingerð og arbeiðsdagur hava verið. Eisini spæliplássið niðanfyri húsið verður dagført. Hetta ber við sær at rættuliga nógv ferðsla er niðanfyri Leguhúsið, har arbeiðs- og instalatiónsfólk, betongbilar og vøruvognar eru hvørt um annað.
Týsdagin hoyrdist tó óvanliga nógvur gangur av sparkivøllinum. Málageipan! – tað kann einans vera prestar. Trúboðin setti sær fyri at kanna málið. Og jú, rætt varð gitt.
Prestarnir høvdu henda summarmorgun sett hvør øðrum stevnu, til tess at styrkja seg til dystin á Ólavsøku millum hálshvít og politikarar.
At prestum dámar væl at práta, er flestum kunnugt, men týsdagin vóru tað ikki prestarnir, ið høvdu orðið. Nei, tey hava nevniliga heitt á Jóan Paula Jacobsen*, fótbóltsleksikonnið og fótbóltsmennara, um at leggja teimum lag á. Og týsdagin vóru prestarnir tískil lærdir um offside, innkast, press og gegenpress og ikki minst tann mentala partin av spælinum.
Og venjingin var góð. Kjølbro setti bóltar upp í málhornið, sum var hann Bjartalíð. Sandsprestur, Havstein Klein, vísti málmanskynstur sum ein annar Waldemar Novicki. Jørðdal vísti við sínum yvirblikki, at hon er vaksin upp í bygdini hjá Sorin Anghel. Og Steinhólm, The Running Pastor og Duracell-kaninin, rann sólina (næstan) svarta.
Dysturin, sum ætlandi verður 27. juli, er stuðulstiltak fyri Barnabata. Og boðskapurin hjá venjaranum er greiður: I want it all, vit fara eftir sigrinum.
*Jóan Pauli Jacobsen var á útferð við Skúlanum við Streymin og varð biðin um at koma á myndina.