Nógvur, góður og fjølbroyttur tónleikur á stórmøtunum

Sum vanligt verður nógv gjørt burtúr sangi og tónleiki á stórmøtunum síðst í oktober. Umframt dugnaligar forsangarar og orkestur til felagssangin, verða fleiri bólkar á skránni, bæði orkestur, sangbólkar og kór.

Stórmøtini 2019 hjá Kirkjuligu Heimamissiónini verða í høllini á Hálsi í Havn 25.-27. oktober. Felagssangurin verður aftur í ár leiddur av einum orkestri við Jákupi Justinussen á odda, umframt góðum sangrøddum, ið syngja fyri. Hesaferð verða strúkarar og blásarar tó ikki við.

Tollarar og syndarar

Á stórmøtinum fríggjakvøldið syngur og spælir kendi bólkurin við bíbilska heitinum ‘Tollarar og Syndarar’ – ofta stytt T.O.S. Bólkurin hevur mong ár á baki, og longu í 2010 góvu tá ungu eysturoyingarnir sína fyrru fløgu út.

Tónleikastílurin er eitt sindur torførur at seta í ávísan bás, tí hann er í grundini ein vavstur av íblástri úr øllum ættum. Bæði poppur, valsur og rokkur eru umboðað, ofta enntá í sama sangi. Á sama hátt sleppa sera ymisk ljóðføri eisini uppí, so sum harmonika, melodika, klokkuspæl, mandolin og onnur spennandi ljóðføri, umframt trummur, bass, gitar og onnur.

LES EISINI  Áhugaverdur fyrilestur í meinigheitshúsinum um endatíðartekin

Tekstirnir standa sterkt, tá T.O.S. stendur á palli. Innihaldið er á ein hátt siðbundið, men ofta framborið á ein hátt, sum fær áhoyraran at hugsa um teir stóru spurningarnar í lívinum.

Sum nevnt syngja og spæla Tollarar og Syndarar fríggjakvøldið 25. oktober klokkan 19.30. Tá talar Torleif Johannesen, sjómanstrúboðari, um evnið: “Hvørjum renni eg eftir?”

Tabitha

Leygarkvøldið, eisini klokkan 19.30, talar Kristian Martin Petersen um evnið “Men tá ið teir hugdu upp, sóu teir ongan uttan Jesus einsamallan”. Tá syngur ein lutfalsliga nýggjur sangbólkur av Argjum.

“Tabitha” er navnið á bólkinum, sum er “mannaður” við sjey ungum kvinnum av Argjum, fleiri teirra møðgur. Tabitha fór undir at venja fyri einum ári síðani, tí tær ætlaðu at syngja til nøkur jólatiltøk í Kirkjuni og missiónshúsinum á Argjum. Men tær gjørdu av at halda fram, tá jólini vóru farin afturum. Tí tær elska at syngja og vilja fegnar vera við til bera kristna boðskapin út.

LES EISINI  EXPO: Arbeiðsgreinar hjá Heimamissiónini og aðrir felagsskapir greiða frá arbeiði sínum

Argjadamurnar vildu fegnar brúka eitt kvinnunavn úr Bíbliuni til bólkin, og valið fall á Tabitu í Ápostlasøguni 9. kapittli. Tað stendur um hana, at “hon var rík av góðum gerðum og olmussugávum”, og tá hon gjørdist sjúk og doyði, varð hon illa saknað, tí hon hevði so stóran týdning fyri aðrar kvinnur. Men Pætur ápostul reisti hana upp frá deyðum.

Sangbólkurin Tabitha syngur sum er bara á føroyskum, mest nýggjar lovsangir. Afturat sær hava tær tónleikarar (gitar, bas, klaver og tvørfloytu).

Kórini frá Sangfagnaðinum

Sunnudagin klokkan 15 verður eitt sokallað Simbahitt; tað er eitt lætt tiltak fyri alla familjuna. Ann Mari E. Kjølbro hevur eitt orð, og tónleikainnslagið verður ikki minni enn trý kór frá stóra og vælumtókta Sangfagnaðinum, sum verður um tvær vikur í Leguhúsinum í Nesvík. Tað merkir, at høvi verður at hoyra Sangfagnaðarkórini longu 20. oktober á tveimum konsertum í nýggju høllini í Nesvík. Atgongumerki kunnu keypast her.

Sangfagnaðarkórið frá í fjør

Gospelkórið VOX

Eftir ein nátturðabita sunnukvøldið verður síðsta stórmøtið klokkan 18. Tað er eitt sjónvarpsmøti, har Alfred Petersen talar um evnið “Mín frið gevi eg tykkum”.

Á hesum møtinum syngur gospelkórið VOX. VOX hevur eisini fleiri á baki, men lá í dvala í nøkur ár. Í fyrraárið kom lív í kórið aftur, tá tey framførdu flotta verkið “Gloria” hjá norska Tore W. Aas á trimum fullsettum konsertum.

LES EISINI  Myndarøð: Stórmøtini leygardag og -kvøld

Nú hugsavnar VOX seg meira um amerikanska sangaran Kirk Franklin, tí 10. november hevur kórið gospelkonsert í nýggju høllini í Nesvík við sangum hjá Kirk Franklin.

Men longu 27. oktober verður altso høvi at hoyra VOX á stórmøtunum hjá Kirkjuligu Heimamissiónini í høllini á Hálsi í Havn!

Gospelkórið VOX

“Steðga á”

Endamálið við stórmøtunum er at boða ein einfaldan evangeliskan boðskap til trúgv á Jesus. Yvirskriftin yvir møtini í ár er “Steðga á”, tí tað hava vit nútíðarmenniskju brúk fyri. Alt gongur við rúkandi ferð rundanum okkum og í okkara egna lívi, og tí mugu vit seta okkum við meistarans føtur, eins og Maria gjørdi.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina