Nógvur sangur og tónleikur í Elim leygarkvøldið
Leygarkvøldið 5. oktober klokkan 19 verður sang- og tónleikakvøld í Elim í Søldarfirði.
Talan verður bæði um framførslur og felagssang. Tey, sum luttaka, eru Petur Hans Hansen, Magni Christiansen, Oasubrøður, Eyðun Jacobsen og Zamar.
Aftaná verður drekkamunnur og okkurt gott afturvið, og tá verður eisini “Open Mic”. Tað er, at ein og hvør, sum hevur ein andaligan sang á hjarta, sleppur til mikrofonina at syngja.
Tað er ókeypis atgongd, og øll eru hjartaliga vælkomin, siga fyrireikararnir.