Nøkur bíbliuvers um fyrigeving
- Men verið góðir hvør við annan, miskunnsamir, so at tit fyrigeva hvør øðrum, eins og Guð hevur fyrigivið tykkum í Kristi. (Ef. 4,32)
- Og tá ið tit standa og halda bøn, tá fyrigevið, um tit hava okkurt ímóti onkrum, at faðir tykkara, sum er í himlunum, eisini má fyrigeva tykkum misgerðir tykkara. (Mark. 11, 25)
- Um vit játta syndum okkara, tá er hann trúfastur og rættvísur, so at hann fyrigevur okkum syndirnar og reinsar okkum frá allari órættvísi. (1. Jóh. 1,9)
- Tá steig Pætur fram og segði við hann: «Harri, hvussu ofta eigi eg at fyrigeva bróður mínum, tá ið hann syndar móti mær? Um sjey ferðir?» Jesus sigur við hann: «Eg sigi tær: Ikki um sjey ferðir, men heldur um sjúti ferðir sjey ferðir. (Matt. 18,21-22)
- Tí at um tit fyrigeva monnum misgerðir teirra, so skal himmalski faðir tykkara eisini fyrigeva tykkum; men fyrigeva tit ikki monnum, so skal faðir tykkara ikki heldur fyrigeva misgerðir tykkara. (Matt. 6,14-15)
- Og dømið ikki, tá skulu tit ikki verða dømd. Og fordømið ikki, tá skulu tit ikki verða fordømd. Umberið, tá skal tykkum verða umborið. (Luk. 6,37)
- So at tit umbera hvør annan og fyrigeva hvør øðrum, um einhvør hevur kærumál móti einumhvørjum; eins og Kristus fyrigav tykkum, soleiðis eisini tit! (Kol. 3,13)
- Og fyrigev okkum skuldir okkara, so sum vit fyrigeva skuldarum okkara. (Matt. 6,12)
- Men Pætur segði við teir: «Vendið um, og ein og hvør tykkara lati seg doypa í navni Jesu Krists til fyrigevingar syndanna, og tit skulu fáa gávu heilaga andans.” (Áps. 2,38)
- Sum vit hava endurloysingina í við blóði hansara, fyrigeving syndanna, samsvarandi náðiríkidømi hansara. (Ef. 1,7)
Bøn um fyrigeving:
Góði Faðir, fyrigev mær, tá ið vreiði og beiskleiki fylla mítt hjarta, tí eg nokti at fyrigeva onkrum, sum hevur sært meg ella synda ímóti mær. Lær meg og hjálp mær at fyrigeva, á sama hátt sum tú Harri, hevur fyrigivið mær. Amen.