Norðoyðingar vitja Suðuroynna í vikuskiftinum

Leygardag og sunnudag koma Bergur D. Joensen og Sverri Steinhólm at hava møti og gudstænastu í Suðuroy. Við sær hava teir næmingar frá bíbliuskúlanum PODAS, sum koma at taka lut við vitnisburði og sangi.

PODAS hevur virkað síðan 2008 um alt landið, og hava kvinnur og menn tikið lut í stórum tali.

Eins og undanfarin ár fara næmingarnir at hava andakt á øllum ellis- og røktarheimum og sambýlum í Suðuroy.

Skráin:

Leygarkvøldið kl. 20.00 við møti í missiónshúsinum á Tvøroyri.

Leygarkvøldið kl. 22.00 verður aftankvirra í Tvøroyrar kirkju. Guðrun Sólja Jacobsen syngur. Eisini hevur Poul Jákup Thomsen andakt við evninum fyrigeving.

Sunnudagin kl. 11.00 verður gudstænasta í Vágs kirkju, har Sverri Steinhólm, prestur, prædikar og nøkur framføra við sangi.

Sunnukvøldið kl. 18.00 verður møti í meinigheitshúsinum í Vági.

Øll eru hjartalig vælkomin til hesi tiltøk!

LES EISINI  Dánial Olsen nýggjur ungdómssamskipari
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina