Norðurkorea sýnir heiminum nýmótans krígsvápn; 75.000 kristin handan rimarnar
Beint nú, í hesum torføru korona tíðum, heldur Norðurkorea fram við síni hernaðardubbing, meðan fólk ekur á knøunum í vónloysi og hungri. 75000 kristin sita ymsastaðni í landinum handan rimarnar og kúra.
Norðurkorea og teirra hernaðarmegi
Norðurkorea er eitt av verstu londum í heiminum hjá kristnum at liva í, tí sjálvt tað at taka Gud uppá tunguna, er ein svikagerð í landi teirra. Soleiðis verða kristin atsøkt og fongslað av einræðisharradøminum í landinum.
Ein áður Høgur fregnartænastmaður deildi eina frágreiðing um Kim Jong Un, landsins forseta. Hann sigur m.a.: “37-ára gamli forsetin, Kim Jong-Un, er grammur eftir at vinna sær pening av narkoavtalum, vápnasølu og yvirgangi. Einræðisharrin ynskir at varðveita veldi sítt, reypar av sínum kynstri bæði sum hermaður og leiðari fyri tjóðini og landi sínum.”
Hernaðarvápn
76-árahaldið hjá einaráðandi verkaflokkinum í Norðurkorea, sýndi herfyri øllum heiminum størstu nýmótans hernaðarligu hermegi og vápnaamboð í áratíggju.
Kim Jong Un, forseti, segði í yvirlýsing sínari og talu til fólkið m.a. “Vit steðga ikki á at brynja okkum út hernaðarliga til tess at vinna á einumhvørjum stórveldi. Hann er á myndini umgyrdur av Rakettvápnum, ballistiskum rakettum og langtberandi missilum.
Sambært frágreiðingini kannaði Norðurkorea fleiri atomvápn í september. Hesi atomvápn kundu røkka málum í Suðurkorea, Japan og eisini amerikonskum herstøðum.
Kristin í fangalegum og onnur, líða
Alt meðan Norðurkorea brynjar seg við nýmótans vápnum, eru mong, ið framhaldandi líða av vansketni og órøkt, hungur og neyð mangastaðni í landinum. Harumframt heldur politiska skipanin fram við at pína og fáa fatur á kristnum í øllum landinum.
Mong verða beind av vegnum og myrd vegna sína kristnu trúgv. Latum okkum minnast eisini tey gloymdu og atsøktu í bønum okkara; tey eru okkara brøður og systrar í Harranum.
GOD-TV og daily news
H.D. Joensen, umsetti