Nú ber til at tekna seg til novemberleguna!

Fyrsta vikuskifti í november hvørt ár skipar Heimamissiónsungdómur fyri ungdómslegu fyri 8.-10. flokk. Soleiðis verður eisini 1.-3. november í ár í Leguhúsinum í Nesvík.

Heitið á leguni hesaferð er “Tú og eg, Jesus”. Í hesum liggur tað persónliga sambandið hjá í einstaka við Jesus.

Skráin er ikki endaliga komin upp á pláss enn, men ungdómslegurnar í Nesvík eru kendar fyri viðkomandi undirvísing, stuttligar og lívligar aktivitetir og sera góðan hugna.

Legan kostar 485 krónur fyri hvønn, og tekningin fer fram her (ein rindar samstundis).

Tekningarfreistin er sunnukvøldið 27. oktober – sama kvøld sum stórmøtini í Havn enda.

LES EISINI  Legusangurin í ár: “Allarbesti vinur mín”
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina