Nú byrjar sunnudagsskúlin aftur

Nú fer summarið at halla og eitt nýtt skúlaár er byrjað. Hetta sama er galdandi fyri sunnudagsskúlarnar, sum nú fara at byrja aftur kring landið.

Helga Nordendal úr Meinigheitshúsinum í Sandavági sigur við Trúboðan, at har hittust sunnudagsskúlalærararnir týsdagin og fyrireikaðu tað komandi hálva árið. Tosað varð um skógvaeskjugudstænastuna, um familjugudstænastur og um jólatiltøkini, sum sunnudagsskúlin hvørt ár stendur fyri.  Tíð varð eisini sett av til at tosa um tey hjálparamboð, sum kunnu brúkast til sunnudagsskúlan.  

Í Sandavági koma vanliga eini 30-40 børn við foreldrum í sunnudagsskúla, men tað kunnu eisini vera 50 og 20, so talið skiftir nógv, sigur Helga Nordendal.

-Sunnudagin byrja vit aftur eftir summarfrítíðina, so tað verður spennandi. Har verður bíbilsøga á skránni og vit fara at syngja fleiri kór. Vit eru so signað at hava Fróða Hansen at spæla til næstan hvønn sunnudagsskúla, so hann er óførur. Vit plaga at hava okkurt spæl á skránni eisini, men nú fáa vit at síggja, sigur Helga Nordendal at enda.

LES EISINI  Sunnudagsskúlin í Fuglafirði skipaði fyri felags sletutúri

Annelisa Rasmussen av Strondum sigur, at hjá teimum eru tey eisini klár at fara undir eitt nýtt sunnudagsskúlaár. Har gera tey eitt sindur eyka burturúr tí fyrsta degnum við tað, sunnudagsskúlin byrjar við eini familjugudstænastu í Sjóvar kirkju kl 11:00. Á skránni verður millum annað ein barnavinarligur lestur, sangframførsla og drama. Aftaná familjugudstænastuna verður grillað við kirkjuhúsið. 

Á Strondum eru tað umleið 50 børn og 30 vaksin, sum koma í sunnudagsskúla hvønn sunnudag.

Trúboðin ynskir øllum sunnudagsskúlunum Guðs signing í komandi sunnudagsskúlaári.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina