Nú er bara ein vika eftir

Sunnudagin, 29. januar, skal nýggja missiónshúsið í Rituvík vígast. Tá verður ovara hæddin
tikin í brúk og harvið verður alt húsið liðugt.
Niðara hæddin hevur verið í brúk í eitt ár, og nú gleða fólk seg til alt verður liðugt.

-Tað ørkymlar okkum ikki, at tað bara er ein vika eftir, til vígslan verður.  
Vit eru væl ávegis við flestu arbeiðum, hóast tað sær eitt sindur rokaligt út nú, men tað skal nokk fara at ganga.
Tað sigur formaðurin í stýrinum, Hjalmar Hansen.

-Arbeiðið við at gera húsið liðugt hevur gingið væl. Tey stóru tingini eru komin og eru við at verða komin uppi á pláss.
Alt tilfarið er komið, burtursæð frá onkrum luti til trappuna og so teppið til pallin, sigur hann.

-Síðsta árið hava sjálvboðin arbeitt eitt kvøld um vikuna og onkuntíð meiri. Síðstu tvær vikurnar hava umleið 10 sjálvbodnir
mans verið til arbeiðis hvørt kvøld, og tað munar sera væl. Tveir handverkarar vera til arbeiðis í komandi viku,
pluss teir sum koma um kvøldarnar, so vit verða lidnir til vígsluna, sigur Hjalmar.

LES EISINI  Nýggja missiónshúsið verður víst fram

-So, um Gud vil og vit liva, eru øll hjartaliga vælkomin til vígsluna sunnudagin, 29. januar, kl.16.
 Vigslan tekur umleið ein tíma, og so verður steðgur. Tað verður formaðurin í Kirkjuligu heimamissiónini, Símun P Jacobsen, sum vígur húsið.
Annars fara eg og Meinhard Bjartalíð, prestur, at hava orðið, og bæði Manskórið í Rituvík og Taborkórið av Toftum fara at syngja.
Umleið kl. 17.30 verður ein meiri frí løta, har heilsanir og annað verður á skránni. Høvi verður eisini at geva eina gávu til húsið, sigur Hjalmar.

Vikuna aftaná verður missiónsvikan, so tá verður gott høvi hjá fólki at koma til møtini og samstundis síggja og royna nýggja húsið.
Nevnast kann, at gamla missiónshúsið var vígt í 1935 og stóð á sama stað.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina