Nú er nýggja virknisrúmið í kjallaranum av álvara farið at líkjast
Nógv er komið burtur úr arbeidsdegnum í Nesvík í dag. Nógvir mans møttu upp til arbeiðis í morgun, og nú er loftið mestsum liðugt.
Bjálving, troltekt og snøgg ljóspanel eru sett uppundir loftið, so rúmið er ljóst og ljóðviðurskiftini góð. Ætlanin er eisini at leggja ljóslistar eftir síðunum undir loftinum, so rúmið kann vera heitt og fjálgt sum bønarrúm ella uppihaldsrúm, ella ljóst og kveikjandi sum ítrivsrum ella annað.
Komandi leygardag er stóri árligi arbeiðsdagurin, har alskyns viðlíkahald og reingerð verður gjørt um alt Leguhúsið, innan og uttan. Vónandi kunnu nógv møta hendan dagin, ung sum eldri, kvinnur og menn. Eitt gott høvið at gera eitt munagott sjálvboðið arbeiði.
P.S. Sláið tykkum gjarna fleiri saman um ein bil fyri at spara uppá bensin. Ella tak alla familjuna við.