Nú er skrivstovulærlingur settur
Talan er um Silju Jensen av Skála. Silja er 23 ára gomul og var liðug á Handilsskúla í 2019. Síðani tá hevur Silja arbeitt í handli og í ymiskum dagstovnum, umframt at hon var á Luthersk Missions Højskole í 2021 og 2022.
Silja arbeiður í løtuni í Sellin á Skála, har hon verður til í juli. Hon byrjar sostatt í læru á skrivstovuni í Nesvík eftir summarfrítíðin.
Vit ynskja Silju hjartaliga vælkomnari okkara millum og biðja um Guds ríku signing yvir lærutíðina.