Nú er undirskrivað
Á samkomu í Leguhúsinum í Nesvík í dag var sáttmáli um uppíbygging av Leguhúsinum undirskrivaður. Kostnaðurin fyri uppíbyggingina er mettur til umleið 25 milliónir krónur. Byrjað verður beinanvegin, og ætlanin er, at høllin, sum er fyrsti partur av byggingini, verður klár at taka í nýtslu til ungdómslegu í august 2017.
Tað verður TN Bygging, sum stendur fyri byggiarbeiðinum, og SNA Sp/f hava eftirlit við byggingini.
Símun P. Jacobsen, formaður í Heimamissiónini, og Torben Nielsen frá TN Bygging.
Símun P. Jacobsen, formaður í Heimamissiónini, og Harley Joensen frá SNA Sp/f.