Nú er útbyggingin boðin út

Nú er útbyggingin av Leguhúsinum boðin út. Á fundi í Leguhúsinum í Nesvík í dag varð tilfarið til útbjóðing latið teimum innbodnu arbeiðstakarunum.

– Teir hava fingið tilfarið í dag, og síðani hava teir tríggjar vikur, til tilboðini skulu vera inni. Teir fara at geva eitt tilboð uppá at byggja høllina og eitt tilboð uppá at byggja allan bygningin, sigur Niclas Davidsen, formaður í bygginevndini.

 

Fíggjarkarmurin treytar

Niclas hevur í blaðútgávuni av Trúboðanum fyrr greitt frá, at tey fokusera uppá at gera høllina fyrst, og at fíggjarliga orkan treytar, hvørt tað verður høllin einsamøll ella øll uppíbyggingin, sum verður gjørd beinanvegin.

– Er tað soleiðis, at fíggjarliga orkan verður til, at øll verkætlanin kann gjøgnumførast í einum, so verður alt gjørt. Tað hevði verið ynskiligt og bíligast í longdini, at alt bleiv bygt beinanvegin, sigur Niclas Davidsen.