Nú kemur World Watch List 2022.

Í ár verður World Watch List hjá Open Doors lagdur fram á einum beinleiðis tiltaki á Facebook, so tað ber til at vera við umvegis fartelefonina ella telduna.

Á skránni verður:

  • Framløga av World Watch List 2022
  • Samrøða við ein kristnan úr einum av londunum, har atsóknin er størst.
  • Sjóneyka verður sett á nøkur av londini, sum flyta fram á listanum.
  • Eitt innlit í tey rák, sum hava merkt atsóknina av  kristnum seinastu árini.
  • Vónandi verður tú við, og at tú bjóðar øðrum við eisini.

Hvat er World Watch List?

World Watch List er ein listi yvir tey 50 londini, har vandin fyri at liva sum kristin er størstur. Open Doors almannakunnger listan í januar á hvørjum ári. Í ár er møguligt hjá tær at vera við, tá ið listin verður almannakunngjørdur beinleiðis á Facebook.

Um tú hevur hug at fylgja við, so ber til at síggja almannakunngerðina á Facebook síðuni hjá Open Doors Føroyum. Tað verður mikudagin kl. 17:00.

LES EISINI  Nigeria: Muslimar drepa 17 fólk í sambandi við signing av barni
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina