Nú verður byrjað uppá Matteus
Í gjár var síðsti dagur av Markusar evangelium lisin í ”dagsins andakt”. Byrjað verður nú uppá Matteusar evangelium. Fyrsti partur kann hoyrast nú, við at fara inná dagsins andakt, ið er at finna á forsíðuni. Eisini ber til at finna upptøkurnar av Markusi við at fara í leiti funkuna (sjóneykan, sum er ovast á síðuni) og skriva Markus, tal á kapitli og versi. Vit arbeiða við at fáa hetta betur samlað og venda aftur seinni í hesum sambandi.