Nýggi Sáttmálin verður endurskoðaður, og øll kunnu gera viðmerkingar

31. oktober 2017 – sjálvan 500 ára dagin fyri trúbótina – fingu føroyingar fyri fyrstu ferð eitt Nýggja testamenti á gerandismáli. Slóðbrótandi útgávan var serliga ætlað ungum og teimum, ið ikki kenna Bíbliuna væl, men nógv onnur hava eisini havt stóra gleði av hesi útgávu. Nú gott hálvtannað ár seinni eru undir 500 eintøk eftir av upplagnum á 3.000, ið bendir á, at tørvurin hevur verið stórur. Soleiðis sigur Føroyska bíbliufelagið í tíðindaskrivi.

Frá byrjan var ætlanin at endurskoða útgávuna, og nú verður farið undir arbeiðið, ið ætlast at vera liðugt um gott ár. Tað er forlagið Bókin hjá Føroyska Bíbliufelagnum, sum stendur fyri arbeiðnum, og tá endurskoðanin er liðug, er eisini ætlanin at útgeva Nýggja Sáttmálan sum app.

Ein bólkur er settur at endurskoða Nýggja Sáttmálan, men alt Føroya fólk fær nú møguleika at taka lut. Eitt talgilt skjal er gjørd, har øll kunna koma við viðmerkingum. Skjalið er á hesi leinkjuni: http://ns-vidmerking.biblia.fo

LES EISINI  Bíblian – Guds orð (III)

Í skjalinum er gjørligt at gera viðmerking til útgávuna sum heild, ella vísa til kapittul og vers, og møguligt er at gera fleiri viðmerkingar. Freistin at lata inn viðmerkingar er heilt fram til 31. august 2019. Bíbliufelagið vónar, at øll sum hava nakað at viðmerkja, taka av hesum møguleika.

Meiri kunning fæst við at venda sær til aðalskrivaran hjá Føroyska Bíbliufelagnum, Gunnar K. Nattestad á tlf. 787826.

www.biblia.fo

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina