Nýggj bók um sjómanskvinnuringarnar 

Í fleiri ár hevur sjómanstrúboðarin, Torleif Johannesen, arbeitt við eini bók um sjómanskvinnuringarnar, og hóskvøldið kundi ein glaður rithøvundur leggja úrslitið fram, tá ið bókin “Tænandi kvinnur – søgan um sjómanskvinnuringarnar” var framløgd til hugnaløtu í Løkshøll í Runavík. 

Í bókini verður greitt frá teimum 70 føroysku sjómanskvinnuringunum í 65 bygdum og býum í Føroyum, og um tann í Reykjavík og í Hirtshals. Teir hava verið ryggurin í føroyskari sjómansmissión síðani 1928 og eru tað enn. Sjómanskvinnuringarnir eru kvinnur, sum ikki hava rópt hart, ikki sett ljóskastaran á seg sjálvar, men sum í tí stilla hava tænt Gudi og sjófólkinum og mangan havt meiri ”kraft enn orð”. 

Til bókaframløguna greiddi Torleif Johannesen frá nøkrum av tí, sum hann hevði upplivað, meðan hann kannaði tilfar til bókina. Ása Jacobsen bar eina heilsu frá sjómanskvinnuringunum. 

Perman er ein mynd av málningi, sum Livar Nysted hevur málað. Livar greiddi frá, hvørjir tankar lógu aftanfyri málningin. Seglið og gott tilfar hevur avgerandi týdning fyri manningina á eini slupp, segði Livar Nysted, og legði afturat, at fyri sjófólki hevði tað eins stóran týdning at hava góðan stuðul heima. Hann greiddi eisini frá eina hending ein jólaaftan, tá ið hann var umborð, varð serliga glaður fyri at fáa ein jólapakka frá sjómanskvinnuringunum. 

LES EISINI  Nýggjur sjómanskvinnuringur stovnaður

Í bókini eru myndir av fleiri enn 1000 kvinnum. Fimm menn verða eisini umrøddir í bókini.  

Les um kvinnur: 

  • sum síðan 1948 hava gjørt fleiri tíggjutúsundstals jólapakkar til sjófólkið. 
  • sum hava stuðlað arbeiðinum hjá Sjómansmissiónini við milliónvís av krónum. 
  • sum hava arbeitt fyri sjómansheimum í Føroyum, Íslandi, Grønlandi og í Onglandi. 
  • sum hava verið virknar í staðbundna kirkju- og missiónsarbeiðinum. 
  • sum savnaðu pening inn til eftirsitandi, tá 22 mans sjólótust við Stella Argus. 

Tænandi kvinnur kostar 345 kr og kann keypast á Manna.fo

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina