Nýggj føroysk søgubók
Nýggj føroysk søgubók er komin á netsøluna manna.fo
Talan er um bókina: “Ein undursom bjarging”.
Á teimum 288 síðunum eru 72 søgur. Tær venda sær til børn og ung, men eru eisini væl egnaðar at lesa hjá vaksnum. Søgurnar eru úr ymsum londum og eru bæði uppbyggiligar og spennandi at lesa.
Bøkurnar bera ein góðan kristiligan boðskap.
”Sum pápi havi eg notið gott av góðum barnasøgum at fortelja børnunum á songarstokkinum, og harímillum eru hesar søgur. Væl fortaldar søgur við hjartanemandi og rámandi hendingum. Eisini eru tær bíbilskar og evangeliskar á slíkan hátt, at man merkir Guðs kærleika og ynski um at náa øll menniskju og ikki minst børnini. Sum prestur havi eg eisini tørv á slíkum søgum at fortelja í barnahædd.” (Jákup E. Petersen, sóknarprestur)
Forlagið Katrin gevur út.
Rithøvundur: Katrin Joensen
Teknari: Janus Dam Guttesen
Bókin er í litum, hevur stíva permu og kostar 250 krónur.
Keyp bókina á manna.fo