Nýggj meldurbíblia til børn í ymsum aldri

Bókin, forlagið hjá Føroyska bíbliufelagnum hevur givið eina vakra myndabíbliu út, undir heitinum Meldurbíblian. Hetta er ein listarlig myndabók, har hvør opna lýsir eitt evni úr Bíbliuni við eini stórari mynd, ið er samansett av fleiri myndum. Teksturin er ikki so nógvur, men tað verður lagt upp til, at foreldur og børn saman leita eftir brotmyndum í myndameldrinum.

Meldurbíblian er at fáa í bókasølum kring landið, eins og í nethandlinum hjá Heimamissiónsforlagnum, og kostar 169,- kr.

LES EISINI  Nýggja bíbliulesiætlanin er nú komin
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina