Nýggj poddvarpsrøð á Trúboðanum
Mánadagin byrjar ein nýggj poddvarpsrøð á Trúboðanum. “Spyr gudfrøðingin” er heitið á røðini.
Ætlanin er at viðgera ymisk evnir og spurningar, sum guðfrøðingar svara og kjakast um.
Síðani er ætlanin, at lesarar og lurtarar kunnu senda spurningar og evnir inn, sum tey ynskja skulu takast upp. Allir spurningar og evnir eru vælkomin.
Í fyrsta partinum eru tað tveir guðfrøðilesandi, ið eru luttaka. Evnið í fyrsta partinum er “Hvat er mítt kall?”
Annanhvønn mánadag verður nýggjur partur lagdur út.