Nýggj single frá føroyskum tónleikara
Vit hava fyrr skrivað um verkætlanina Hiddisong, og í januar kom enn ein single út við Hildibjarta Højgaard. Sangurin hevur heitið, Milomand, og er hann vorðin til, av tí at sangarin er vorðin abbi.
– Lítur tú at sanginum við kristnum brillum, so er tað sangur, ið dregur fram ríkidømi í Luthersku læruni, har vit bera børn okkara til Guds í dópinum, greiðir Hildibjartur Højgaard frá: – Hesin boðskapur verður borin fram saman við ymsum, sum ein minnist aftur á frá mannalívinum og verður sostatt meir enn bert ein dópssangur.
Hann veit eisini at siga frá, at tað er ætlanin at umseta sangin til føroyskt og geva hann út einaferð í vár. – Mín góði gamli vinur, Hilmar Jan Hansen, hevur givið mær eitt útkast av umsetingini, og vit arbeiða fram ímóti at koma heilt á mál við hesum. Í føroysku útgávuni eru ongi nøvn og hann kann syngjast til gentur sum dreingir, sigur Hildibjartur Højgaard at enda.
Sangurin verður í løtuni spældur á Radio.fo og Radio 7. Hann finst somuleiðis eisini á Spotify.