Nýggj strategi fyri felags-missiónsarbeiði – innbjóðing til arbeiðsfund í Nesvík

Hósdagin 16. januar kl. 17-20 bjóða vit øllum áhugaðum missiónsfólki til Nesvíkar at umrøða arbeiðið hjá Kirkjuligu Heimamissiónini framyvir. Hetta er liður í eini tilgongd at leggja eina nýggja strategi fyri alt felagsarbeiði komandi árini.

Á heysti 2023 byrjaði leiðslan í Heimamissiónini eina tilgongd, ið skal samla rørsluna kring landið um eina strategi fyri felags missiónsarbeiði komandi árini. Stýrislimir kring landið, ungdómsleiðarar, junior-leiðarar, sunnudagsskúlaleiðarar og ábyrgdarfólk annars kring landið hava møtst í ymsum umførum síðan september 2023 at umrøða hetta, og nú verða øll missiónsfólk við áhuga boðin við at tosa um ætlanir við missiónsarbeiðinum komandi árini.

Kirkjuliga Heimamissiónin hevur í 120 ár arbeitt fyri einum aðalmálið, ið er eins viðkomandi í dag sum tá: at vekja upp trúarlívið og menna felagsskap teirra trúgvandi. Men hvussu gera vit hetta í okkara samtíð? 

Øll vælkomin at ávirka missiónsarbeiði

Byrjað verður við einum nátturða-bita kl. 17. Síðan verður greitt stutt frá strategi-arbeiðinum. Og eftir hetta verður farið í bólkar at tosa um, hvar vit eru í dag, og hvat vit vilja við missiónsarbeiðinum komandi árini. 

LES EISINI  Ársmøtið 2021 – 14. og 15. mai

Hetta er ein góður møguleiki hjá rørsluni kring landið at hava eina ávirkan á, hvussu vit koma at arbeiða komandi árini. Øll eru hjartaliga vælkomin til hendan strategi-fund.

Fyri at hava eina hóming av, hvussu nógv vit vera, verða fólk biðin um at melda seg til her

Vit gleða okkum at síggja tykkum og arbeiða saman uppá framtíðina í missiónsarbeiðinum!

Vegna leiðsluna,

Heri Kjærbo
Formaður

Jákup Brúsá
Aðalskrivari

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina