Nýggj vindeygu sett í Ørkina

Arbeiðið við at byggja føroyska sjómansheimið, Hotel Ørkin í Reykjavík, byrjaði mitt í 1970-unum. Vindeyguni, sum komu í fyrst í 1980-unum, hava roynst væl, men síðstu árini hava tey trongt til ábøtur. 
Fyri góðum árið síðani tók stýrið fyri Ørkina avgerð um, at øll vindeyguni skuldu skiftast. Hóast rútarnir vóru dupult glas, so var lítil bjálving eftir í teimum. Samstundis luku  gomlu vindeyguni ikki tey trygdarkrøv, sum brunaumsjónin krevur í dag. 

Fyrstu skift í 2023
Í apríl í fjør fóru fimm føroyskir handverkarar yvir á Ørkina, og skiftu kamarsvindeyguni á eystursíðuni og nøkur onnur. Tá vóru umleið ein fjórðing av vindeygunum skift. 
Gestir búðu á hinum kømrunum, meðan arbeiðið varð gjørt, og tað var ein avbjóðing, bæði við atlitið til larm og dust.  
Tá stýrið gjørdi av, at restin av vindeygunum, umleið seksti í tali, skuldu skiftast í apríl í ár, varð samstundis avgerð tikin um, at steingja Ørkina í tríggjar vikur, meðan arbeiðið varð gjørt. 
Vindeyguni, sum eru frá Grant í Miðvági, við trídubultum glasið, fóru til Íslands á flytivognum við skipi hjá Smyril Line. 

LES EISINI  Gott at búgva á Ørkni

17 fólk við Atlantic
5. apríl fóru fimtan mans og tvær kvinnur við Atlansflogi til Íslands. Mennirnir skuldu skifta vindeygu, meðan kvinnurnar skuldu gera mat. Arbeiðið var fyrireikað í mánaðir, fólkini vóru spurd, samstundis sum nógvar bønir vóru bidnar til Guds um, at veðrið varð gott og at arbeiðið kom at gangast væl. 

Sigast má, at vit vóru bønhoyrd. Arbeiðið gekk sera væl, og veðrið var framúr gott. Tvær lyftir vóru leigaðar til arbeiðið. Arbeitt var frá klokkan átta á morgni til klokkan seks á kvøldið og onkuntíð longri. Matarsteðgir vóru av og á, huglagið var framúr gott og menn skemtaðust óført. 
Maturin var sera góður og nógv varð etið. Onkur av monnunum helt skemtandi fyri, tá hann fekk sær aðru ella triðju ferð uppá tallerkin: ”Ein motorur sum koyrir við nógvari ferð, krevur nógv brennievni” 

Umfatandi arbeiði er gjørt
Tíggju av monnunum og kvinnurnar vóru 10 dagar, meðan fimm mans vóru 14 dagar og onkur longri. Øll vindeyguni komu í fyrstu átta dagarnar, men so skuldi gerast rundan um tey innan. Síðani eru teppini á fyrstu, aðru og triðju hædd skift, og kømur, gongdir og køkurin eru málaðið. Nýggj ljós eru sett upp, og ábøtur gjørdar á elveitingina.
Síðstu vikuna hava sjey kvinnur verið og gjørt høvuðsreit.
Samanlagt er eitt stórt sjálvboði arbeiði gjørt, sum stýrið og leiðslan eru sera glað og takksom fyri. Hetta er óivað størsta viðlíkahald, sum er gjørt í einum av Ørkini, síðani hon var vígd 2. juni 1991.

LES EISINI  Tvey nýggj fólk á skrivstovuni í Nesvík

Stýrið og dagliga leiðslan vilja hervið, einaferð enn, veita eina hjartans tøkk til øll, sum hava nýtt tíð og orku til viðlíkahaldið av Ørkini. Tað hevur verið sera hugaligt at sæð, hvussu eldhugaði og væl uppløgd fólk hava verið og hvussu nógv er komið burturúr, hóast øll hava arbeitt sjálvboðin. Vón og bøn okkara er, at Ørkin framhaldandi verður eitt gott gistingarhús og savningarstað, har Guds signing hvílir yvir. 

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina